
Vit í Vága kommunu hildu at vit fóru at hava ein týðandi leiklut til Oyggjaleikirnar í Føroyum í 2027. Tí vit sum kommunu skuldu verða vertir fyri ikki færri enn trimum ítróttagreinum. Strandaflogbóltur í Sandavági, bogaskjóting í Miðvági og flogbólti á Giljanesi. Vit sóu hetta sum ein gyltan møguleika at vísa fram bæði góðar og náttúruvakrar umstøður, umframt eitt virkið og framfýsið ítróttarlív í kommununi.
Men nú hevur Oyggjaleikanevndin hálsa um. Vit hoyrdu í kvøld Solby Christiansdóttir, ítróttasamskipara hjá Oyggjaleikum, koma við ymiskum undanførslum. Hon vildi ikki kennast við avtaluna, sum Vága- og Fuglafjarðar kommunur hava gjørt við Flogbóltsamband Føroya.
At gera eina íløgu í ein strandaflogbóltsvøll er ikki ókeypis, og hoyrdu vit borgarstjóran - Bjarna Prior - greiða frá, at kommunan longu nú hevur brúkt meira enn 300 tkr. Vit tóku ímóti møguleikanum, at gera ein strandaflogbóltsvøll tí vit m.a. eisini fingu flogbóltin á Oyggjaleikum á Giljanes.
Høvdu vit ikki fingið lova flogbóltin eisini, so er sera ivasamt um vit høvdu tikið ímóti møguleikanum at fáa strandarflogbóltin eisini, tí tað er ikki ókeypis at gera vøllin til strandarflogbóltin.
Tí er tað ein keðilig støða fyri okkum, at Oyggjaleikanevndin ikki virðir avtaluna vit hava við Flogbóltssamband Føroya.
Jóanis Albert Nielsen
Varaborgarstjóri í Vága kommunu
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald