
Klokkan 05:47 sunnumorgunin fekk løgreglan eina fráboðan um, at knívur var á lofti. Henna hendi á einum bússtaði í Havn.
Av løgreglustøðini verður upplýst, at fleiri vitnir vóru á staðnum. Talan er um kenningar hjá løgregluni, sum eru um 30 ára aldur. Løgreglan brúkti sunnudagin at leitað eftir fólkunum, men kvinnan gav seg sjálv til kennar sunnukvøldið. Knívablaðið fór ígjøgnum hondina, og er hon skuldsett fyri grovan harðskap.
Í gjár skrivaðu vit um ein mann, sum var tikin við rúsevnum á flogvøllinum. Talan var um ein dana, sum fekk 60 dagar í dóm. Hann var leyslatin, og skal sita dómin seinni.
Klokkan 11:10 kom ein fráboðan um, at eldur var á Varðanum Pelagic. Brandleiðarin kundi skjótt staðfesta, at eingin eldur var, men bara nógvur roykur.
Klokkan 19:20 í gjár var ein máldur at koyra 151 km/t. Talan var um ein persón fyrst í 20'inum. Hetta var millum Fuglafjørð og Kambsdal.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald