Bartalstova uppafturlatin
Góðu tit, sum hava latið Bartalstovu uppaftur, hjartaliga takk til tykkara, og hjartaliga til lukku við handlinum, sum í eina tíð hevur verið afturlatin, tað er bæði gleðiligt og stórt at Bartalstovu aftur er komin til heiður og æru. Tað hevur verið sárt at síggja myrku vindeyguni og afturlatnu hurðina, men nú er aftur ljós og opið, tað eru vit so avbera fegin um, og takksom fyri. Nú er bara hjá okkum at stuðla handlinum og teimum, sum veruliga hava spent seg út, hetta eru ung og røsk fólk, dugnalig og við áræði, sum hava alla tøkk og stuðul uppibornan. Um vit ikki stuðla handlinum, sum vit hava grátið eftir, ber ikki til hjá teimum, tað vita vit. Vit skulu hugsa globalt, men keypa lokalt so fer tað at ganga, tað eru vit vís í!
Handilin ber eitt serligt og søguligt navn, og so eru gamlar myndir av umhvørvinum rundan um handilin settar á veggin, sera áhugavert og hugaligt at síggja. Handilin er eisini rímiliga stórur, hevur gott úrval av matvørum og apotekaravørum, har er lætt at finna vørurnar, og har er sera fitt og fyrikomandi fólk í handlinum, sum liggur avbera væl fyri í bygdini, og so hevur hann góðar upplatingartíðir, frá 08.00 ??? 20.00, ikki er neyðugt við longri upplatingartíðum.
Enn einaferð - hjartaliga til lukku og bestu eydnu.
Ein glaður kundi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald