Vinna

Havborg fulla last eftir 18 døgn

...

2014-03-01 21:57 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Rækjutrolarin Havborg er farin at sigla inn við fullari last - uml. 400 tonsum av rækjum - Havborg landar rækjurnar í Kárvik í Norður-Norra - teir landa sunnumorgunin í Kárvik.

Havborg hevur havt rokfiskiskap, teir hava roynt í ein útnyðring úr Hvítoynni á Svalbard. Havborg fór úr Tromsø 5. februar, so teir hava bara verið í 18 døgn á feltinum.

Havborg hevur nú gjørt tveir túrar við Svalbard í ár, tann fyrri túrurin var eisini góður. Rækjuprísurin hevur verið heilt góður, so tað sær bara lovandi út hjá teimum báðurm rækjuskipunum - Havborg og Arctic Viking - Arctic Viking roynir um somu leið, sum Havborg hevur roynt.

Vit landa sunnumorgunin í Kårvik, bunkra og skifta manning í Tromsø mánamorgunin, so verður leiðin løgd aftur til Svalbard, siga teir frá Havborg í dag.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder