Vinna

Hava góðan fiskiskap á Flemish Cap

...

2014-02-06 22:44 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

KVF.fo skrivar:Váðasteinur hevur fiskað meiri enn 100 tons í trý samdøgur. Fiskimálaráðið kannar møguleikarnar at býta kvotuna millum trolarar og línuskip.

Fiskimálaráðnum kanna tey framvegis kunngerðina um fiskiskapin á Flemish Cap fyri at vita, um hon skal broytast.

Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, sigur, at tveir møguleikar eru nevndir. Antin verður kvotan, sum nú er felagskvota, býtt millum trolarar og línuskip, ella verður hámark sett fyri hvørt skipið, sum hevur loyvi at fiska á Flemish Cap í ár.

Jacob Vestergaard sigur, at í fjør varð fýlst á, at kunngerðin um Flemish Cap kom so seint, at reiðaríini fingu ikki stundir at fyrireikað seg nóg væl.Tí varð kunngerðin fyri 2014 lýst tann 19.desember í fjør.Toskakvotan í 2014 er 3.246 tons.

Góður fiskiskapur

Í løtuni eru trý føroysk skip á Flemish Kap. Og fiskiskapurin er góður. Línuskipið Váðasteinur byrjaði fiskiskap sunnudagin, 2.februar, og til í gjár, 5.februar, hevði hann fingið 106,6 tons av toski, upplýsir Vørn.

Trolarin Brestir byrjaði fiskiskap mikudagin í síðstu viku, og hevði til í gjár fingið 157,7 tons. Phoenix er júst byrjaður og hevði til í gjár bara havt tað eina hálið, sum var 700 kilo, upplýsir Vørn.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder