2014-04-04 17:27
Trý skip skulu landa í Fuglafirði í dag og í morgin.
Í løtuni eru Grunnabarð og írska skipið Sheanne á Fuglafirði. Grunnabarð hevur uml. 500 tons av hvítingsbróðri og Sheanne hevur 1.100 tons av svartkjafti.
Slættaberg kemur á Fuglafjørð í morgin, teir fáa tørn at landa í Fuglafirði, tá ið liðugt er at landa Grunnabarð og Sheanne, Slættaberg hevur væntandi uml. 750 tons av svartkjafti, teir hava fiskað í ein útsynning úr Akrabergi - tó ikki so langt úr Akrabergi sum hini føroysku skipini eru stødd.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald