JN

Grindaboð norðanfyri

...

2016-08-26 07:19 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Um 7-tíðina í morgun var boða frá grind norðanfyri. Talan er ikki um nakra stóra grind, mett verður at hon er undir hálvtundra hval.

Grindin verður allarhelst rikin inná Hvannasund.

Dagført kl: 08:36: Teir fara runt Múlan við grindini nú, sum er norðast á Borðoynni, og grindin verður hildin til so skjótt sum møguligt, sigur Karl Johansen sýslumaður við JN.fo.

Dagført kl: 08:43: Tað er hátíðarhald í Norðdepli nú kommunan fyllir 150 ár, tí er ætlanin at drepa grindina á Hvannasundi, síðani at koyra hvalirnar til Klaksvíkar og býta har.

 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder