Tann 1. apríl 1964 byrjaði tann, tá 30 ára gamli Jógvan Sundstein, sum tann fyrsti statsautoriseraði grannskoðarin sítt virksemi í Føroyum. Tey fyrstu árini varð virkið persónliga rikið, men frá 1. mai 1977 hevur virksemið verið rikið í einum partafelagi.
Tað eru nógvir persónar, sum hesi 50 árini hava starvast í virkinum, sum Jógvan Sundstein legði lunnar undir í 1964. Enn eru starvsfólk, ið hava starvast í meiri enn 40 ár í virkinum.
Nógvar broytingar eru hendar síðani byrjanina. Grannskoðaravirkið Jógvan Sundstein, broytti navn til Grannskoðaravirkið INPACT í 1990. Síðani tá eru fleiri og fleiri útbúnir grannskoðarar komnir í starv í virkinum. Frá 1. oktober 2012 hevur virksemið verið rikið í felagnum JANUAR, sum eisini hevur yvirtikið virksemið, sum Carl Vilhelm Weihe byrjaði í 1968, sum er tað næstelsta grannskoðanarvirki í Føroyum. Í virkinum eru enn í dag viðskiftafólk, sum í 1960???unum valdu Jógvan Sundstein at grannskoða roknskap sín. Í JANUAR, sum er tað størsta grannskoðanarvirki í landinum, eru í dag 40 starvsfólk.
Eisini á lógarøkinum eru nógvar broytingar hendar. Tann 9. mai 1964 varð ein lóg við færri enn 50 orðum samtykt fyri ???Virkið hjá løggildum revisorum???, sum ásetti, at danska lógin fyri statsautoriserede revisorer varð sett í gildi beinanvegin. Henda lógin varð galdandi til tað landsstýrið, har Jógvan Sundstein var fíggjarmálaráðharri, setti nýggja lóg í gildi á økinum. Síðani tá eru nógvar broytingar gjørdar, og nógvar kunngerðir eru settar í gildi, so lógin um løggildar grannskoðarar við 11 ymiskum kunngerðum í dag telur á leið 46 A4-síður.
Nú 50 ár eftir, at grannskoðanarvirksemi byrjaði í Føroyum, eru 9 statsautoriseraðir grannskoðarar, 4 løggildir og 19 skrásettir grannskoðarar á grannskoðaraskránni hjá Skráseting Føroya. Harafturat eru millum 70 og 80 starvsfólk, ið ikki eru góðkendir grannskoðarar á teimum 10 grannskoðanarvirkjunum, sum eru í Føroyum í dag.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald