Vinna

Góður fiskiskapur tætt vestur úr Hebridunum

...

2014-04-06 15:29 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Føroysku svartkjaftaskipini royna tætt vestur úr Hebridunum, í morgun eru Tróndur í Gøtu, Finnur Fríði og Jupiter stødd har, har eru eisini fleiri norsk skip.

Jupiter kom á fiskileið í gjárkvøldið og kastaðu um 22-tíðina, í fyrsta hálinum, sum teir tóku inn í nátt vóru uml. 500 tons - sí myndirnar niðanfyri, sum Hákun Thomsen hevur lagt á Facebook.

Fagraberg hevur eisini verið á leiðini við Hevridurnar, teir fóru at sigla fullfermdir í gjár og eru í skrivandi løtu júst komnir undir Akraberg, teir verða á Fuglafirði seinnapartin í dag.

Tvey íslends svartkjaftaskip - Børkur og Beitir - royna í morgun tætt vestur úr Akrabergi.

Les eisini:

Fagraberg fullfermdur av svartkjafti

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder