2014-03-15 15:47
Beint nú - í skrivandi løtu - stevnir flakatrolarin Gadus inn á Klaksvík. Gadus er fullfermdur, teir hava góð 750 tons í lastini, meginparturin er flak, men uml. 100 tons er heilfrystur toskur.
Gadus hevur roynt í russiskum sjógvi í Barentshavinum, teir fóru úr Føroyum 28. desember. Gadus fór at sigla heim seinasta sunnumorgun, sum skilst høvdu teir sjaskveður beint ímóti teir fyrstu dagarnar á heimferðini. Skipari hendan túrin er Brandur Joensen úr Miðvági.
Gadus skal landa veiðuna í Klaksvík.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald