Vinna

Gadus farin nýggjan túr í Barentshavið

...

2014-06-07 23:21 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Fyri løtu síðan loysti GADUS av Klaksvíkini. Gadus fer í Barentshavið at royna, teir fara helst í norskan sjógv.

Manningin hendan túrin telur 32, skipari er Brandur Joensen úr Miðvági.

Síðani Gadus kom heim 12. mai, hevur skipið verið á beding í Havn, har vanligt viðlíkahaldsarbeiðið er gjørt.

Seinasta túr høvdu teir 760 tons í toskaflaki, tá byrjaðu teir túrin 22. mars og vóru heima aftur 12. mai.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder