2014-02-15 16:19
Finnur Fríði siglir heim við fyrstu lodnulastini, sum verður landað í Føroyum í ár. Finnur Fríði hevur 1.200 tons, sum teir fingu seinnapartin í gjár. Teir fara á Tvøroyri við veiðuni, Finnur Fríði verður á Tvøroyri tíðliga sunnumorgunin.
Í gjár var nógv lodna at síggja við Vestmannaoyggjarnar. Í morgun eru skipini stødd tætt vestanfyri Oyggjarnar.
Føroysku skipini, sum eru á leiðini eru Jupiter og Norðborg - Fagraberg er ávegis til Íslands. Tróndur í Gøtu landar á Tvøroyri, teir fara eisini á lodnuveiðu, tá ið teir eru liðnir at landa.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald