
Seinnapartin í dag tók 75 ára gamli klaksvíksingurin Julius S. Poulsen sítt nýggja dialysutól í nýtslu.
Julius, sum hevur verið nýrasjúklingur í 18 ár, hevur í dag fingið egið dialysutól heima í Klaksvík, og sleppur sostatt undan at ferðast til Havnar 3 ferðir um vikuna til dialysu, ið hevur tikið uml.4 tímar hvørja ferð í dialysu, tvs. eini 18-20 tímar um vikuna við ferðing, klárgeran og viðgerð.
Familjan og Julius fegnast um hesa jaligu kolvelting, tí hetta hevur við sær at Julius, hóast sín høga aldur arbeiðir hvønn dag við skipselektronikki vm. Sambart Juliusi, so verður lættari at tilrættisleggja gerandisdagin, tí at nú kann hann fáa styttri dialysu heima á 2 til 2½ tímar seks ferðir um vikuna, sum eisini er tað optimala fyri nýrasjúklingar av hansara slagi. Hann hevur ikki avgjørt enn hvørjar dagar ella hvørja tíð á døgninum hann ætlar at seta seg við tólinum sum reinsar blóðið, men hann fegnast um at hava fingið hendan møguleika, og at vikan ikki er so føstløst, sum hon hevur verið nógvu seinastu árini, orsaka av at hann 3 ferðir um vikuna hevur skula ferðast og brúka nógva tíð á Landsjúkrahúsinum.
Til stóru løtuna í dag vóru starvsfólk á LS, sum Julius seinastu árini hevur brúkt nógva tíð saman við, komin norð at gleðast um nýggja tólið og fyrstu løtuna í tólinum, sum er sett upp í einum kamari í húsinum hjá Jansy og Julius Poulsen.
Julius hevur nógvu seinastu ferðinar ornað viðgerðirnar sjálvur á sjúkrahúsinum, og hann tekur sær eisini av allari viðgerðini sjálvur við hús; um tað er ein fyrimunur at hann er tøknigur, sigur søgan onki um, men óførur er hann.
Í Føroyum eru áleið 20 nýrasjúklingar, sum eru býttir í tveir bólkar, sum eru posadialysu og hæmodialysu; at byrja við ert tú posadialysusjúklingur og kanst fáa lættari viðgerðir við posa við hús, sum ikki eru eins regluligar sum hæmodialysusjúklingar; tá tú hevur livað við sjúkuni leingi, so fert tú yvir at vera hæmodialysusjúklingur og mást hava regluligar viðgerðir á tils 12-15 tímar um vikuna.
Vit á JN.fo ynskja Juliusi hjartaliga tillukku við nýggja tólinum og blíðan byrð.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald