Vinna

Føroyskur laksur sera væl umtóktur í USA

...

2014-03-24 21:14 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Í síðstu viku sýndi føroyska alivinnan fram á størstu søluráðstevnuni í USA, Seafood Expo North America. Hetta er fimta árið á rað, at føroyska alivinnan luttekur á hesi søluráðstevnuni, sum í ár broytti navn frá International Boston Seafood Show til Seafood Expo North America (SENA).

Alivinnan hevur megnað við góðari góðsku og miðvísari marknaðarføring at bygt upp eitt sterkt brand fyri føroyskan laks í USA. Aftur í ár var føroyskur laksur sera sjónligur á søluráðstevnuni í Boston - umframt at sýna fram á egnum básum høvdu Bakkafrost og Hidden Fjord gjørt íløgur í lýsingar á øll navnaskeltini og beriposarnar, ið vóru deildir út við dyrnar á søluráðstevnuni.

Í USA fær føroyskur laksur eisini hægri prís enn annar laksur og á matstovum í USA er føroyskur laksur ofta á mátskránni - serliga á sushi matstovum har góðskan skal vera í hásæti.

USA er ein sera týdningarmikil marknaður fyri føroysku alivinnuna. Í 2013 útflutti føroyska alivinnan laks til USA fyri yvir 630 mió. kr. tvs at fjórði hvør laksur endaði í USA. Áhugin fyri at keypa føroyskan laks var stórur á søluráðstevnuni í Boston, og føroysku sølufólkini vóru sera upptikin við at møta verandi kundum umframt nýggjum áhugaðum kundum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder