Vinna

Føroyskt bygt veitingarskip vitjar aftur á fyrsta sinni

...

2014-06-11 01:08 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Tíðindaskriv.

Eftir seks ár á heimsins høvum kemur føroyskt bygda veitingarskipið, Thor Omega, í kvøld á stutta vitjan í Føroyum ávegis úr Meksikoflógvanum í Barentshavið.

Fyri nøkrum árum síðani lat reiðaríið THOR í Hósvík byggja tvey veitingarskip á skipasmiðjuni á Skála. Annað av hesum er Thor Omega, sum eftir nærum seks árum í vinnu úti í heimi, nú er á síni fyrstu vitjan aftur í Føroyum.

Tað hevur víst seg, at íløgan í skipið hjá bæði reiðaríi og chartrara hevur verið sera góð. ??t yvir góðar sáttmálar, er høvuðsorsøkin tann, at skipið hevur víst seg at vera serstakliga væl gjøgnumhugsað til endamálið. Serliga var tað tann grøni profilurin og viðlíkahaldsútreiðslurnar, ið hugsað varð um, tá skipið varð skræddaraseymað til uppgávuna sum seismikk- og veitingarskip.

Eftir at vera farið úr dokkini á Skála fyri umleið seks árum síðani, fór skipið til Assens í Danmark, har tað varð málað og síðani latið reiðarínum, sum síðani leigaði skipið út í frálandavinnu.

Thor Omega hevur verið í vinnu ymsastaðni í heiminum. Bæði í Eystur- og Vesturafrika, Suðuramerika, Norðuramerika og Evropa frá Miðalhavinum til Barentshavið.

Skipið hevur siglt tað, sum svarar til umleið seks ferðir kring knøttin, verið á 226 havnavitjanum, gjørt 363 sokallaðar ???alongside??? uppgávur, og latið seismikkskipum umleið 63,3 mió. litrar av olju.

Tá hugsað verður um brenninýtslu, er Thor Omega eitt sera umhvørvisvinarligt skip, sum hesar 2.130 dagarnar, tað hevur verið í vinnu, einans hevur brúkt 3.100 litrar av olju í meðal um samdøgrið.

Thor Omega kemur nú aftur til Føroya á fyrsta sinni. Í sambandi við, at skipið er ávegis úr Mexikoflógvanum til Barentshavið, vitjar Thor Omega aftur á Skála, har kjølurin á sinni varð strektur, og fær samstundis gjørt nakað av viðlíkahaldsarbeiði. Steðgurin verður tó ikki langur, tí longu í vikuskiftinum fer skipið avstað aftur við kós móti russiskum sjógvi


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder