Sáttmálasamráðingarnar millum Føroya Arbeiðsgevarafelag øðrumegin og Føroya Arbeiðarafelag, Havnar Arbeiðskvinnufelag, Havnar Arbeiðsmannafelag, Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag og Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag hinumegin byrjaðu í gjár, við at partarnarir handaðu hvørjum øðrum krøv teirra til ein nýggjan sáttmála.
Harafturat undirskrivaðu partarnir avtalu um fráboðan í sambandi við arbeiðssteðg. Henda hevur við sær, at eitt møguligt verkfall ella verkbann skal fráboðast við í minsta lagi 48 tímum frammanundan. Verður fráboðað fyri middag, verður roknað til á middegi, og verður fráboðað eftir middag, verður roknað til á midnáttt. Tað vil við øðrum orðum siga, at tað altíð eru ímillum 48 og 60 tímar frá tí at verkfall ella verkbann er fráboðað til tað byrjar.
Avtalan er komin í gildi og er sostatt eisini galdandi fyri samráðingarnar, sum eru í gongd í løtuni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald