Vinna

Fiskivinnan má fáa tryggar karmar um tilfeingisgjøldini

...

2014-06-11 02:51 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Føroya Arbeiðsgevarafelag ávaraði longu í 2011 ímóti, at tilfeingisgjaldið gerst ein kastibløka í løgtinginum, sum verður nýtt at tippa holið í landskassanum. Hetta tykist tíverri at vera veruleikin í 2014, har tilfeingisgjøld við eykaskatti og kilogjaldi verða lagað eftir útreiðsluhuginum hjá landshúsarhaldinum.

Hetta er ein púra tilvildarlig tilgongd, sum fer fram á hvørjum ári. Tí má politiska skipanin taka sær onnur ráð fyri og fáa hesi viðurskifti í fasta legu, so at vinnulívið kennir hesar fortreytir fleiri ár fram í tíðina.

Ávaringin gjørdist veruleiki

Føroya Arbeiðsgevarafelag skrivaði í sínum Vinnusjónarmiðum í 2011:

???Føroya Arbeiðsgevarafelag heldur harumframt, at tað er ein vandakós, at hesar inntøkur verða nýttar sum afturvendandi fíggingargrundarlag fyri almenna raksturin. Stór sveiggj kunnu vera í inntøkum frá tilfeingi ár undan ári, og tað verður tí torført at gera langtíðar fíggjarætlanir. Tað má ikki henda, at politiska skipanin fer at tillaga gjøldini alt eftir, hvat restar í fyri at fáa endarnar at røkka saman í almenna landshúsarhaldinum.???

Ávaringin frá 2011 gjørdist tíverri veruleiki, og tilfeingisgjaldið er vorðin ein inntøka, ið politiska skipanin tillagar, so hvørt sum útreiðslukrevjandi politiskar ætlanir verða settar í verk, og politisk semja ikki fæst um sparingar aðrastaðni á fíggjarlógini. Gongdin seinastu árini hevur tíverri víst, at gjøld og eykaskattur alsamt eru hækkað.

Søgan hevur eisini lært okkum, at tá landskassin einaferð er farin at krevja gjøld frá vinnuni, verða tey verandi partur av inntøkugrundarlagi landskassans. Tí óttast Føroya Arbeiðsgevarafelag fyri, at hesi gjøldini hækka uttan fyrilit fyri gongdini í vinnulívinum, men bert við fyriliti fyri gongdini á fíggjarlógini.

Higartil hevur ásetingin av tilfeingisgjaldinum verið tilvildarlig, og skipanin hevur ongantíð verið hin sama. Hetta eru ótolandi umstøður hjá vinnuni at arbeiða undir, tí óvissan um gjøldini er sera stór.

Í løtuni skal fiskivinnan rinda ein eykaskatt uppá 7 prosent av yvirskoti omanfyri 1 mió. kr. umframt eitt kilogjald á sild og makrel, sum aftur í ár verður hækkað munandi (heimaflotin er undantikin kilogjaldinum).

Ein trupulleiki við føstum kilogjaldi er, at gjaldið ikki tekur hædd fyri, hvat fiskurin kann seljast fyri. Tað kann vera stórur munur á, hvat skipini kunnu avreiða hesi fiskasløg fyri, og hvussu góðskan er ymsar tíðir á árinum. Hetta er ikki ein haldgóð skipan, tí tað fasta kilogjaldið skjótt kann gerast ein stórur partur av søluvirðinum, sum er tengt at m.a. marknaðarviðurskiftum, ið vinnufeløg onga ávirkan hava á.

Um eitt tilfeingisgjald skal áleggjast, mælir Føroya Arbeiðsgevarafelag til, at politiska skipanin finnur ein fastan leist, sum tilfeingisgjøldini í fiskivinnuni verða kravd inn eftir. Somuleiðis at vinnan verður tikin við uppá ráð í hesum arbeiði.

Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur nøkur tilmæli, sum politiska skipanin átti at havt í huga í hesum sambandi.

Tilmæli:

- Skipan við tilfeingisgjaldi skal ikki taka virkishugin frá teimum vinnurekandi

- Gjaldið skal ikki hava negativa ávirkan á kappingarførið mótvegis umheiminum

- Gjaldið má taka støði í einum staðfestum og áhaldandi meirvinningi

- Ein skipan við tilfeingisgjaldi setur krøv til ognarrættin. Tað ber ikki til at krevja tilfeingisgjald fyri ein rætt, sum óvissa er um

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder