2014-04-16 00:14
![placeholder](https://jn.fo/index.php/css/img/banner2x1.png)
Finnur Fríði er farin at sigla til Føroyar fullfermdur av svartkjafti - 2.500 tons.
Finnur Fríði hevur roynt á leiðini vestur úr Hebridunum, skipini hava havt góðan fiskiskap, tó lógu tey bakk leygardagin.
Svartkjafturin flytir seg spakuliga norðureftir, seinast í farnu viku fiskaðu skipini í ein útsynning og beint vestur úr St. Kilda, nú eru øll svartkjaftaskipini komin norður um St. Kilda.
Vit tosaðu umborð á Finn Fríða fyri løtu síðan, veðrið er gott á leiðini, teir hava undan og rokna við at koma á Fuglafjørð um 18 tíðina mikukvøldið, har teir sleppa framat at landa tá ið Christian í Grótinum er liðugur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald