2014-03-16 21:02
Gøtuskipini Finnur Fríði og Tróndur í Gøtu, sum hava fiskað svartkjaft í altjóða sjógvi vesturúr Írlandi á uml. 54N og 17V, hava í morgun sett kós móti Føroyum, báðir fullfermdir av svartkjafti.
Finnur Fríði og Tróndur í Gøtu hava tilsamans uml. 5.000 tons, teir hava verið á fiskileið í góð 2 døgn, so fiskiskapurin hevur verið góður.
Væntandi verða teir á Fuglafirði tíðliga týsdagin.
Á leiðini har teir hava roynt, eru eisini Næraberg, Christian í Grótinum og Jupiter umframt fleiri norsk skip.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald