2014-03-02 07:11
Finnur Fiði fór í kvøld at sigla inn við 1.200 tonsum av svartkjafti. Finnur Fríði fer á Tvøroyri við veiðuni, teir verða á Tvøroyri kl. 5 í nátt.
Vit tosaðu umborð fyri løtu síðan, teir siga, at tað er góður svartkjaftur teir hava fingið.
Í løtuni eru 4 skip á feltinum, tey eru: Norðborg, Christian í Grótinum, Jupiter og Tróndur í Gøtu, skipini eru stødd á uml. 59,5N og 8,2V.
Niðanfyri er ein mynd, sum Jóhan Joensen tók 9. desember 2013,har Finnur Fríði kemur skúmandi inn um Tjaldavíkshólm á Trongisvágsfirði.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald