2014-06-16 21:37
Føroysku svartkjaftaskipini hava roynt á Rygginum í føroyskum sjógvi, men bara 3 skip hava verið úti teir seinastu 14 dagarnar - Næraberg, Fagraberg og Slættaberg - hini liggja og bíða eftir makrel- og sildaloyvunum.
Slættaberg hevur landað 1.100 tons í Fuglafirði um vikuskiftið, teir fara ikki avstað aftur enn.
Fagraberg kom á Fuglafjørð seinnapartin í dag, teir hava 2.000 tons, teir fara nýggjan túr í morgin, tá ið liðugt er at landa.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald