2014-02-18 23:21
Fagraberg kom á fiskileið í gjár, teir kastaðu útfyri Grindavík, tað lá væl fyri. Í kvøld landa teir á Fáskrúðsfirði í Íslandi, har teir komu fyri løtu síðan, Fagraberg hevur 900 tons.
Føroysku skipini, sum eru á lodnuveiðu eru: Norðborg, Jupiter, Tróndur í Gøtu og Fagraberg. Finnur Fríði er ávegis til Íslands, teir hava landað lodnu á Tvøroyri.
Lodnan nú komin vestur ímóti Reykjanesi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald