2014-03-31 14:33
Partrolararnir Eysturbúgvin og Vesturbúgvin landa til Barðið í Havn í morgun, teir hava tilsamans 220.000 pund, meginparturin er upsi. Teir hava partrolað eystanfyri, túrurin byrjaði 22. mars.
Nú verður lagt um til gulllaksafiskiskap, teir fara nýggjan túr í morgin.
Váðasteinur landar eisini í Havn í morgun, teir hava roynt við línu sunnanfyri, Váðasteinur hevur uml. 70.000 pund.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald