2014-02-12 20:24
Enniberg, sum hevur skift høvuðsmotor hjá MEST á Skála, var í dag royndartúr, har motorurin verður royndur. Vit tóku nakrar myndir, tá Enniberg fór skúmandi norður gjøgnum Vestmannasund.
Enniberg hevur verið til umvælingar síðan mánaðarskiftið oktober/november. Nýggji høvuðsmotorurin er ein Wartsilla W9L32, og hann er 4500 kW. Umframt at hava skift høvuðsmotor er øll el-inleggingin løgd av nýggjum.
Nær klárt verður at fara til fiskiskap vita vit ikki.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald