Vinna

Eivind verður á Miðvági kl. 10 leygarmorgunin

...

2014-03-01 03:30 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Eitt ferðalið fór úr Götu og Sandavági fyrst í vikuni til Raudeberg á Målöy í Norra at yvirtaka - og eftir nýggja stállínuskipinum. Skipið hevði navnið Brimöy áðenn, og eitur nú Eivind. Tað er systurskip hjá nýggja Klakki, sum er forlongdur, og er Eivind tí 4 metrar styttri.

Sí eisini: Eivind er komin - myndir.

Somuleiðis varð Venus leveraður til nýggju eigararnar frá Raudeberg.

Eivind kemur á Miðvág í morgin kl. 10.

Sí fle:iri myndir


Varðin hevur keypt partabröv í P/F Fossá

Stjórin hjá P/F Varðin, Jákup Jacobsen, og Stjórin hjá P/F Fossá, Hálvdan Gudmundsen, skrivaði 7 februar undir skjölini, sum fördu við sær at P/F Varin keypti ein part av felagnum úr Sandavági.

Í sambandi við at nýggjur kapitalur er komin í felagið, var keypsátmáli gjördur millum P/F Fossá og norskt felag um keyp av stállínuskipinum Brimöy, sum hevur fingið navnið Eivind.

Við í sáttmálanum við norska felagið var sölusáttmáli, har Venus varð seldur til Norra.

á myndini eru, frá vinstru: Hans Arni Thomsen frá Eik, Hálvdan Gudmundsen, reiðari á Eivind, Jónfinn Thomsen, advokatur og Jákup Jacobsen, stjóri á P/F Varðanum.


Kelda: vardin.fo


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder