
Enn er eingin blivin handtikin umborð á grønlendska skipinum Polar Nanoq í sambandi við at 20 ára gamla Birna Brjánsdóttir bleiv vekk leygardagin, hevur Grímur Grímson upplýst. Hann leggur afturat, at eingin av manningini hevur sett spurnartekin við at teir eru undir illgruna at hava gjørt okkurt við Birnu.
Polar Nanoq siglir nú aftur til íslands, og væntast at verða har seint í kvøld.
Polar Nanoq er undir illgruna tí at onkur á manningini leigaði ein reyðan Kia Rio bil meðan teir vóru í Íslandi, og tað er júst sama merki av bili ið er sæddur á vakmyndatólum á bryggjuni í Hafnafirði bert nakrar fáar minuttir eftir at telefonin hjá Birnu sløknaði.
Nakrir føroyingar sigla við skipinum.
Les eisini:
Polar Nanoq siglir nú aftur til Íslands
Ísland: Skógvur funnin í Hafnarfjarðarhavn.
Tjúgu ára gomul kvinna hvorvin í Reykjavík.
Grímur:???Rannsóknin á viðkvæmu stigi??? - Triton er ávegis til Polar Nanoq
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald