JN

Ein tilburður í gjár

...

2021-09-22 09:43 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Ein nýggjur tilburður varð staðfestur í gjár. Tað vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum.

Staðfesti tilburðurin er partur av kendari smittudeldu.

327 kanningar vóru gjørdar í gjár. Vegna geður varð avgjørt at steðga koronukanningunum á Eystaru bryggju, hetta hevði við sær at umleið 700 persónar, sum høvdu bílagt tíð til kanning, mugu bíða til í dag ella ein annan dag.

Í løtuni eru 43 smittað í Føroyum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder