Vinna

Eik 110 mió. kr. í avlopi eftir skatt

...

2014-03-28 00:20 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 ??rslitið fyri árið 2013 er betri enn væntað, og betri enn úrslitið fyri 2012. ??rslitið áðrenn skatt, virðisjavningar og niðurskrivingar er góðar 132 mió. kr. Við ársenda 2013 javnvigaði fíggjarstøðan við 7,3 mia. kr., og eginpeningur bankans var 1,3 mia. kr.

 

???Miðvísa arbeiðið við at minka um útreiðslustøðið, og lægri niðurskrivingar eru saman við positivari gongd í íløguaktiviteti høvuðsorsøkirnar til, at úrslitið er betri enn væntað, hóast vit hava lækkað bústaðarrentuna og bidragið á realkredittlánum, og framvegis veita kundum fleiri ókeypis tænastur???, sigur Súni Schwartz Jacobsen, forstjóri í Eik Banka.

 

Í stuttum kann nevnast, at:

 

  • ??rslitið fyri árið 2013 vísir eitt avlop á 110 mió. kr. eftir skatt.
  • ??rslitið áðrenn skatt, virðisjavningar og niðurskrivingar er 132 mió. kr.

  • ??tlán bankans vóru 4,8 mia. kr.
  • Innlán bankans vóru 5,8 mia. kr.
  • Niðurskrivingar av útlánum og yvirtiknum ognum vóru 23 mió. kr.
  • Gjaldførið er gott. Yvirdekningur í mun til lógarkravda gjaldførið var 220,6%
  • Solvensurin við ársenda 2013 var 25,0%, meðan individuelli solvenstørvurin var 12,0%.   

 

Skilagott býti millum út- og innlán

Bankin verður rikin á einum ráðiligum  grundarlagi, og hetta sæst eitt nú aftur í býtinum millum innlán og útlán. Yvirskipaði málsetningurin hjá Eik er at fíggja útlán við eginpeningi og innlánum.

 

Av javnanum upp á 7,3 mia. kr. var eginognin 1,3 mia. kr., og innlán 5,8 mia. kr. Fyrra hálvár 2013 lækkaðu útlánini nakað. Henda gongd er vend, og seinna hálvár hækkaðu útlánini aftur, og vóru 4,8 mia. kr. við ársenda. Innlánini eru eisini í støðugum vøkstri og vóru 5,8 mia. kr. Sostatt vóru innlánini 948 mió. kr. hægri enn útlánini við ársenda 2013.

 

Um hædd verður tikin fyri uml. 1,1 mia. kr. í láni við statsveðhaldi, sum bankin rindaði aftur í februar 2013, eru innlánini vaksin við 320 mió. kr. síðan árslok 2012

 

Rentulækkingar síggjast aftur

Nettoinntøkurnar fyri rentur og ómaksgjøld lækkaðu í mun til 2012; úr 335 mió. kr. í 301 mió. kr. Hetta orsakað av, at Eik gekk undan og lækkaði lægstu bústaðarrentuna tvær ferðir í 2013, úr 5,25% niður í 3,75%. Harumframt lækkaði bidragið á realkredittlánum niður í 1,7%.

 

Lægri niðurskrivingar

Føroyski búskapurin tykist vera komin í eina tryggari legu. Hetta merkir, at niðurskrivingarnar vóru væl lægri í 2013 enn í 2012. Samlaðu niðurskrivingarnar upp á lán og ognir annars vóru 23,4 mió. kr., sammett við 2012, tá niðurskrivingar vóru framdar fyri uml. 61 mió. kr.

 

Fokus á Føroyar og færri útreiðslur

Eik Banki er bert virkin á føroyska marknaðinum, og okkara fremsta uppgáva er tí at tæna kundum okkara her. Seinastu trý árini hevur bankin lagt seg eftir at fremja effektiviseringar á øllum økjum, og harvið at lækka kostnaðarstøðið. Hetta sjálvsagt fyri at kunna reka bankan so skynsamt sum gjørligt, men eisini fyri framhaldandi at kunna veita kundunum góðar og í mongum førum ókeypis tænastur.

 

??treiðslurnar til umsiting eru lækkaðar. Umsitingarútreiðslur vóru í 2013 kr. 63,6 mió. kr., og er hetta góðar 10 mió. kr. lægri enn í 2012, tá útreiðslurnar vóru 74,2 mió. kr.

 

Vit eru av tí fatan, at deildarnetið nú hevur eina hóskandi stødd. Eik Banki er umboðaður í øllum økjum í landinum, og har vit hava deildir, hava vit eisini kassaavgreiðslur. Ongar ætlanir eru, ella hava verið, um at áleggja kundunum eyka kostnað fyri at hava lønarkontu og eitt nú eftirlønaruppsparing í Eik.

 

Avgerðin um at seta føroyska kundan í miðdeplinum, sæst aftur í øktum virksemi við øktum innlánum og útlánum.

 

Aðrar rakstrarútreiðslur vóru tó enn høgar í 2013. Orsøkin til hetta var parturin hjá Eik av uppkravinum frá Garantifonden til allar peningastovnar í sambandi við, at Fjordbank Mors og Sparekassen Lolland fóru av knóranum.

 

Nøktandi útlit hóast harðnaða kapping

Kappingin á føroyska lánimarknaðinum er munandi harðnað, og væntandi fara rentulækkingarnar, sum framdar vóru í 2013, at síggjast aftur í roknskapinum fyri 2014. Ársúrslitið komandi ár verður væntandi millum 60 ??? 90 mió. kr. áðrenn skatt.

 

Tak niður

Tíðindaskriv

Ársfrásøgn 2013

Risk Rapport

 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder