??friðurin í Egyptalandi og leiguútreiðslur til flogfør vóru høvuðsorsøkin til eitt verri úrslit fyrsta ársfjórðing 2014 sammett við sama tíðarskeið 2013. Inntøkurnar øktust kortini fyrstu tríggjar mánaðirnar í ár
Inntøkurnar hjá Atlantsflogi øktust fimm prosent fyrsta ársfjórðing 2014 sammett við sama tíðarskeið í fjør. Inntøkurnar hækkaðu fimm milliónir krónur ??? úr 104 milliónum krónum fyrsta ársfjórðing í 2013 upp í 109 milliónir krónur fyrstu tríggjar mánaðirnar í 2014. Raksturin er vanliga tyngri í vetrarhálvuni, og aftur í ár var undirskot á rakstrinum í 1. ársfjórðingi, m.a. tí ófriður í Egyptalandi og leiguútreiðslur til flogfør kostaðu nógv.
Í 2013 var hallið í fyrsta ársfjórðingi 2,7 milliónir krónur eftir skatt, sum øktist upp í 7,9 milliónir krónur eftir skatt í 2014.
Leigutúrarnir hava verið munandi færri til Egyptalands enn ætlað, m.a. tí at ófriður í Egyptalandi hevur havt við sær, at Danmark og onnur lond hava mælt fólki frá at ferðast til Sharm el Sheikh.
-Leiguútreiðslurnar til flogfør hava verið hægri enn í fjør, og talið av leigutúrum hevur samstundis verið munandi minni enn upprunaliga ætlað, staðfestir Jørgen Holme, stjóri í Atlantsflogi.
Harumframt er rutuflúgvingin um páskirnar ikki við í fyrsta ársfjórðingi, tí páskirnar lógu í apríl.
-Tað ávirkar tølini munandi skeiva vegin, tá ið samanborið verður við 2013, tá páskirnar vóru í mars. Í fjør vóru inntøkurnar frá páskaferðsluni við í fyrsta ársfjórðingi, men tær eru altso ikki við í ár, vísir Jørgen Holme á.
Samanumtikið hevði vantandi páskaferðslan í mars við sær, at samlaða ferðafólkatalið lækkaði eitt prosent í fyrsta ársfjórðingi í 2014, tá ið samaborið verður við sama tíðarskeið í 2013. Tillagingar, sum eru í gongd, og fyrireikingar til keypið av partabrøvum frá minnilutaeigarum, hava eisini ávirkað fyrsta ársfjórðing skeiva vegin.
Airbus 319, sum eru munandi størri enn gomlu RJ100-flogførini, hava havt við sær, at útboðið av setrum var seks prosent hægri í fyrsta ársfjórðingi 2014 samanborið við 2013. Nýtslustigið á rutunetinum lækkaði fýra prosentstig ??? úr 67 prosentum niður í 63 prosent.
Atlantsflog hevði 7,4 milliónir krónur í avlopi eftir skatt í 2013, og leiðslan metir, at ársúrslitið verður munandi betri í ár, m.a. tí at nógv flúgving verður í oljuvinnuni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald