Vinna

Eftirlønaruppsparingin ikki millum tær størstu

...

2020-12-09 17:00 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Landsbankin: Samanborið við danir og íslendingar, hava føroyingar ikki eina stóra eftirlønaruppsparing. Hinvegin hava føroyingar eitt nú størri upphæddir standandi á bók og lægri skuld, enn danir.

Landsbanki Føroya hevur mett um samlaðu ognina og skuldina hjá føroyskum húskjum í 2018 fyri at kanna, hvussu skuldarbundin føroysk húskir eru í mun til sína inntøku, og hvussu stór samlaða ognin og skuldin hjá føroyingum er, samanborið við onnur lond.

Samanborið við danir og íslendingar hava føroyingar ikki eina stóra eftirlønaruppsparing. Samlaða eftirlønaruppsparingin er 1,2 ferðir støddina av tøku inntøkuni hjá føroyingum, ímeðan hon hjá dønum er um 2,4 ferðir og hjá íslendingum 2,3 ferðir tøku inntøkuna. Slík tøl eru trupul at samanbera tvørturum lond, tí tey kunnu vera ymiskt uppgjørd.

Verður føroyska eftirlønaruppsparingin sett upp ímóti føroyska BT?? ístaðin fyri tøku inntøkuni, telur privata eftirlønaruppsparingin hjá føroyingunum 46 prosent av BT?? í 2018. Til samanbering er íslendska eftirlønaruppsparingin 165 prosent av BT?? og hjá dønum er hon yvir 200 prosent av BT??. Miðal fyri øll londini í OECD uppgerðini, er 51 prosent av BT?? (Mynd 1).

Føroysku eftirlønaruppsparingarnar eru ikki millum tær størstu, men hinvegin hava føroyingar eitt nú størri upphæddir standandi á bók og lægri skuld, enn danir.

Mynd 1. Føroyska eftirlønaruppsparingin ikki høg

Kelda: OECD (2017) og Landsbanki Føroya (føroysk tøl frá 2018).

Les meira her um ogn og skuld hjá føroyskum húskjum og um, hvussu skuldin er býtt og um viðurskifti, ið ávirka nettoognina her.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder