Vinna

Brestir landar í St. Pierre

...

2014-02-27 22:08 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Sørvágstrolarin Brestir, sum hevur roynt á Flemmish Cap, landar í morgin í St. Pierre í New Founlandi. Brestir fór úr Føroyum 19. januar, teir frysta fiskin umborð og hava fulla last, nú teir fara inn at landa.

Norðlýsid skrivar í dag: Fram til 11. februar høvdu føroysku skipini fiskað tilsamans 392 tons. Nú fram til 26. februar eru 1249,6 tons fiskað á Flemish Kap. Trolarin Brestir hevur fiskað størstu nøgdina. 442,7 tons hevur hann fiskað. Eingin annar bátur var komin uppum 200 tons. Nýggi Klakkur, sum er sín fyrsta túr, var tann seinasti á fiskileið av núverandi skipum, sum royna á leiðini. Hann byrjaði fiskiskap seinast í síðstu viku og hevði á midnátt fiskað 62,4 tons í rundari vekt.

Les eisini: Vesturtúgva og Grønanes landa í dag.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder