JN

Boð vóru eftir bjargingartyrluni

...

2016-09-04 11:39 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder
Klokkan 08:15 í morgun fekk MRCC støðin í Havn eina fráboðan um, at neyðugt var at fáa flutt ein sjúkling av Sandoynni á Landssjúkrahúsið.

MRCC Tórshavn sendi bjargingartyrluna hjá Atlantsflog eftir sjúklinginum, sum var stæddur í Skopun. Klokkan 10:02 lendi bjargingartyrlan við Landssjúkrahúsið við sjúklinginum.

Hetta var uppgáva nr. 77 ið bjarginartyrlan hevur gjørt fyri MRCC í ár.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder