2017-01-08 23:31

Klokkan 20:26 í kvøld fekk MRCC støðin í Havn eina fráboðan um, at neyðugt var at fáa flutt ein sjúkling av Suðuroynni norður á Landssjúkrahúsið.
MRCC støðin sendi bjargingartyrluna hjá Atlantic Airways suður eftir sjúklinginum, og klokkan 21:20 lendi tyrlan í Froðba, og tók sjúklingin umborð, tyrlan lendi kl. 21.40 við Landssjúkrahúsið.
Hetta var ársins fyrsti sjúkraflutningur hjá tyrluni, í fjør hevði hon 62 sjúkraflutningar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald