JN

Bilurin var burtur av havnaøkinum í minst ein tíma

...

2017-01-19 20:00 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Tann reyði Kia Rio bilurin, sum er sæddur á fleiri vakmyndatólum í Íslandi, var burtur av havnaøkinum í Hafnarfirði í meira enn ein tíma, tíðliga leygarmorgunin, um somu tíð tá ið telefonin hjá 20 ára gomlu Birnu Brjánsdóttir sløknaði. Bert einar 300 metrar frá har Polar Nanoq lá, kundi man finna skógvin hjá gentuni. Tað er óvist hvar tann reyði Kia Rio bilurin var í hesum tíðarskeiðinum, onkur av manningini á Polar Nanoq hevði leiga bilin.

Løgreglan vil ikki úttala seg um, um tann reyði Kia Rio bilurin ið er sæddur á havnaøkinum er tann sami ið man hevur sæð á Laugavegi mitt í Reykjavík, har sum Birna seinast er sædd. Tað ger løgreglan tí hon hevur ikki kunna funnið útav registeringsnummarnum á bilinum sum koyrdi á Laugavegi.

Løgreglan legði hald á bilin týsdagin í Kópavogi.

Les eisini:

Ísland: Skógvur funnin í Hafnarfjarðarhavn.

Tjúgu ára gomul kvinna hvorvin í Reykjavík.

Føroyingar eru ikki millum teir handtiknu

Avhoyringin tekur longri enn væntað

Ísland: Tveir mans varðhaldsfongslaðir í tvær vikur

Maðurin ið bleiv tikin í gjárskvøldið er leyslatin

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder