2014-04-02 21:48
Tá ið Bakur og Stelkur komu inn at landa í morgun rendi Bakur á land við Eystnes, Bakur stóð fastur á landi eina løtu, men megnaði at seta á motorarnar og sleppa av sjálvur.
Bakur og Stelkur fóru síðan á Runavík, har veiðan varð landað til Faroe Origin, teir høvdu tilsamans 225.000 pund av upsa. Bakur og Stelkur byrjaðu túrin 22. mars, teir hava roynt eystanfyri.
Bakur er nú tikin upp á Skipasmiðjuni Mest í Havn, sum skilst, so er skaðin ikki so stórur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald