JN

Avhoyringin tekur longri enn væntað

...

2017-01-19 08:01 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Klokkan 06:30 í morgun - íslendska tíð - vóru avhoyringar av monnunum ið blivu handtiknir í gjár enn í gongd. Um middagsleitið í gjár blivu tveir menn handtiknir umborð á Polar Nanoq, og seinni um kvøldið var so tann triði maðurin handtikin, Polar Nanoq kom til Hafnafjarðar klokkan 23 íslendska tíð í gjárskvøldið, og blivu mennirnir síðani koyrdir á løgreglustøðina í Reykjavík.

Tríggir menn á grønlendska trolarnum eru tiknir, tí teir eru undir illgruna, at hava vitan um 20 ára gomlu gentuna í Íslandi, sum bleiv vekk leygardagin. Teir leigaðu ein reiðan Kia Rio bil, og hesin bilurin verður settur í samband við Birnu Brjánsdóttir, sum eingin hevur sæð síðani leygarmorgunin.

Grímur Grímson ið stendur fyri kanningararbeiðinum hjá íslendsku løgregluni sigur í morgun, at avhoyringarnar taka longri tíð enn væntað, og enn er eingin avgerð tikin um, um mennirnir skulu varðhaldsfongslas ella ikki. Men tað tekur løgreglan avgerð um, áðrenn 24 tímar eru farnir eftir handtøkurnar.

Løgreglan hevur fleiri ábendingar, sum ger illgrunan størri á teir mennirnar ið eru tiknir. 

Skipið var liðugt kannað klokkan 06 í morgun.

Les eisini:

Polar Nanoq siglir nú aftur til Íslands

Ísland: Skógvur funnin í Hafnarfjarðarhavn.

Tjúgu ára gomul kvinna hvorvin í Reykjavík.

Grímur:???Rannsóknin á viðkvæmu stigi??? - Triton er ávegis til Polar Nanoq

Tveir mans handtiknir

Føroyingar eru ikki millum teir handtiknu

Triði persónurin er handtikin

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder