
EIK: Lat ongantíð øðrum upplýsingar um títt NemID lyklakort, loyniorð, loynital e.l.
Hesi eru stuttu boðini frá Fíu Selmu Nielsen, leiðara á Kundatænastuni í Eik.
Nýggjasti mátin hjá teldusníkum at fáa fatur á persónligu fíggjarupplýsingunum hjá fólki, er at senda eini sms-boð og biðja um at fáa lyklakortið til NemID útleverað. Hetta verður kallað smishing, og hava nakrir føroyingar fingið slík sms-boð seinastu tíðina.
Í sms-boðunum verður sagt, at kontan er sperrað og at neyðugt er at trýsta á eina leinkju og síðan t.d. taka mynd av lyklakortinum og senda tað víðari.
???Hetta skalt tú ongantíð gera. Tvørturímóti skalt tú sletta sms-boðini beinanvegin???, sigur Fía Selma Nielsen.
Um illa vil til, og tú hevur sent lyklakortsupplýsingarnar, er neyðugt at sperra lyklakortið og broyta loyniorðið til Netbankan beinanvegin. Hetta kann gerast við at seta seg í samband við Eik.
Varnast tú mistakið uttan fyri okkara vanligu upplatingartíðir, skalt tú broyta loyniorðið í Netbankanum og sperra lyklakortið áwww.nemid.nu, undir ???mistet nøglekort???.
Minst til, at hvørki bankin ella Nets fara nakrantíð at biðja um slíkar upplýsingar í sms-boðum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald