JN

Asbjørn og Dann við U17-landsliðinum

...

2016-08-02 09:05 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

U16-leikararnir hjá 07 Vestur, Asbjørn Heðinsson og Dann Fróðason, fóru í gjáramorgunin við U17-landsliðinum til Finlands til U17 Open Nordic Tournament.


Asbjørn og Dann hava verið fastir á ungdómslandsliðunum seinastu árini, og aftur í ár er boð eftir teimum. Nú er tað U17 Open Tournament, ið er ein kapping ímillum Danmark, Ísland, Svøríki, Finland, Noreg og Føroyar, umframt tvey gestalið, sum hesa ferð eru Kýpern og Montenegro.


Spælt verður í tveimum bólkum, tríggir dystir, og hesa ferð spæla vit móti Svøríki, Íslandi og Montenegro. At enda verður so plasseringsdystur. Dystirnir verða mikudagin kl. 16, fríggjadagin kl. 19, sunnudagin kl. 18:30. Týsdagin verður so plasseringsdysturin.

Kelda: 07 Vestur.fo

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder