2014-02-18 02:58
Arctic Viking hevur gjørt ein roktúr norðanfyri Svalbard. Teir hava verið á rækjufeltinum í 27 dagar og hava fult skip - 450 tons av rækjum.
Arctic Viking skal landa í Kårvik, men teir fara fyrst inn í Tromsø, har teir bunkra og taka útgerð til nýggjan túr, eisini skulu teir skifta fólk, teir verða í Tromsø í morgin, og mikudagin skulu teir landa í Kårvik.
Hin føroyski rækjutrolarin - Havborg - er eisini norðanfyri Svalbard, teir landaðu 4. og 5. februar, teir høvdu fult skip eftir at hava fiskað í 3 vikur. Havborg byrjaði túr 6. februar.
Tað eru góðar rækjur skipini fáa og prísurin er eisini hampuligur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald