??rslitini frá arbeiðsmarknaðarkanningini lýsa hvussu nógv eru í arbeiðsfjøldini í Føroyum, eftir aldri, kyni og eftir sýslu.
Tá hugt verður eftir aldri og kyni sæst, at vinnutíttleikin hjá monnum er størri enn hjá kvinnum í øllum aldursbólkum, og munurin er størstur hjá teim eldru frá 60 ára aldri og veksandi uppeftir.
Hjá monnum er vinnutíttleikin størstur í aldrinum 40-49 ár, har hann er tætt upp móti teim hundrað prosentunum. Hjá kvinnum er vinnutíttleikin javnt høgur um ella oman fyri 90% heilt frá 25 ára aldri til 59 ár.
Tá vit samanbera við onnur lond er tað mest merkisverda, at bæði menn og kvinnur í Føroyum eru virkin á arbeiðsmarknaðinum nógv longri í teim eldru árunum, enn í øðrum londum. Sí myndina niðanfyri.
Hjá eldru monnum er vinnutíttleikin nógv hægstur í Føroyum, heili 52%, samanborið við 41% í Íslandi, 16% í Noregi og ikki meir enn 12% fyri ES sum heild.
Hjá eldru kvinnum er vinnutíttleikin eisini hægstur í Føroyum við 32%, meðan Ísland er næst við 31%. So er langt aftur til Danmark við 7% og ES við 6%.
Viðvirkandi til hetta er uttan iva, at pensjónsaldurin í Føroyum og í Íslandi er hægri enn í hinum londunum.
??rslitini frá arbeiðsmarknaðarkanningini eru tøk í hagtalsgrunninum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald