2017-02-06 22:17

Beint fyri middag í dag, fekk løgreglan eina fráboðan um, at ein maður var dottin úr einum stiga í Vágum.
Bæði løgreglan og sjúkrabilur vóru skjót á staðnum, og eftir eina løtu var maðurin fingin í sjúkrabilin og koyrdur suður á Landssjúkrahúsið. Tá ið vit tosaðu við løgreglustøðina í kvøld visti vakthavandi ikki at siga hvussu persónurin hevði tað nú.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald