2014-02-23 22:39
Garnaskipið Anita kom á Miðvág tíðliga í morgun, við Merkinum í hálvari stong. Tað var soleiðis, at Anita misti einn mann seint týskvøldið tann 11. februar.
- ??happið hendi umleið 180 fjórðingar í ein útsynning úr Suðuroynni, verður sagt frá løgregluni.
Sjálvt um leitað varð eftir manninum beinanvegin, eydnaðist ikki at finna hann. Veðri var vánaligt í økinum.
Saknaði maðurin, er ein 34 ára gamal indonesiskur ríkisborgari.
Sum skilst, so verður sjóforhoyr komandi týsdag.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald