Vinna

Ambuliftin riggar heilt væl - video

...

2014-03-25 03:11 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Fyrst í hesum árinum, fekk Atlantic Airways eina ambulift , sum er keypt í sambandi við at Meðinfelag teirra Brekaðu, fór at tosa um, at viðurskiftini at koma og fara úr flogførunum í Vágum vóru ikki nøktandi. Í tí sambandi vildu tey hava ein arm út frá nýggja terminalinum, men Rasmus Niclasen, støðleiðari hjá Atlantic Airways - sigur við JN.fo, at Atlantic Airways keypti eina ambulift, tí at tað var bertri fyri ferðafólkini hjá felagnum, ikki at verða borin úr og í flogførunum, men heldur verða lift og lorað niður við eini ambuslift.

Rasmus Niclasen - sigur víðari við JN.fo - at starvsfólkið, sum brúka liftina, eru heilt væl nøgd við nýggju liftina. Eitt nú er tað nógv tryggari, betri og lættari at brúka ambuliftina, enn at bera ferðafólkini úr og í flogførunum. Fólk frá Landsjúkrahúsinum hava eisini hugt eftir liftini, og tey eru eisini sera væl nøgd við hana.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder