2016-08-01 18:41

Í sambandi við at Albert Thomassen hevur 25 ára starvsdag, hevur móttøka verið á býráðsskrivstovuni í dag.
Albert var skrivari í Sandavágs kommunu frá 1. august 1991. Eftir at Sandavágs- og Miðvágs kommunur løgdu saman í 2009, hevur Albert starvast sum fíggjarleiðari hjá Vága kommunu.
Vága kommuna ynskir Albert hjartaliga til lukku við 25 ára starvsdegnum, tað skrivar kommunan á heimasíðuni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald