2016-08-28 15:00

Akraberg fór í gjárkvøldið at sigla heim úr Barentshavinum, har teir hendan túrin hava roynt í russiskum sjógvi.
Akraberg hevur fulla last, nú teir sigla heim t.v.s. 900 tons - har størsti parturin er toskur, men teir hava eisini eitt sindur av hýsu og upsa.
Vit hava tosað við reiðaran Annfinn Olsen, hann sigur, at teir hava gjørt ein skjótan túr, hava fiskað í 4 vikur, so fiskiskapurin hevur verið góður. Reiðarin roknar við, at teir verða heima hósdagin ella kanska fríggjadagin, sagt verður frá nógvum vindi beint ímóti í kvøld og í nátt, men so blíðkar aftur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald