Vinna

Akraberg loysti av Fuglafirði í morgun

...

2014-05-11 21:44 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Akraberg, sum kom á Fuglafjørð tíðliga fríggjamorgunin, við góðum 800 tonsum av toski, sum teir høvdu fiskað í Barentshavinum, hevur gjørt skjótt av, teir loystu aftur av Fuglafirði í morgun, og hava nú sett kós í Irmingahavið, har teir skulu fiska kongafisk. Trolarin Ran er eisini ávegis í Irmingahavið.

Tað eru nógv skip í Irmingahavinum, flest íslendsk og russisk, men eisini eru donsk og norsk skip í Irmingahavinum - sí myndina niðanfyri, sum er frá í dag.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder