2014-02-28 05:11
Akraberg, sum hevur roynt í russiskum sjógvi, hevur fiskað 1.350 tons síðan teir komu á fiskileið beint eftir nýggjár, so sigast má, at teir hava havt rokfiskiskap. Akraberg hevur landað 540 tons í Norður-Norra og er nú áveg heim við 810 tonsum í lastini. Akraberg verður væntandi á Fuglafirði føstulávintsmánadag.
Skipari á Akraberg hendan túrin er Eyðun á Bergi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald