Vinna

Akraberg gjørt roktúr í norskum sjógvi

...

2014-04-07 13:54 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Akraberg fór í nátt at sigla heim við 820 tonsum av skráskornum, meginparturin er góður toskur.

Akraberg loysti av Fuglafirði 8. mars, so sigast má at tað hevur gingið avbera væl. Annfinn Olsen reiðari sigur, at teir verða á Fuglafirði seint í morgin. Lastin verður landað til Bergfrost.

Tað eru 27 mans við Akraberg, skipari er Erland Olsen.

Helst fer Akraberg longu nýggjan túr í vikuskiftinum, tað verður aftur í Barentshavið.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder