Vinna

Akamalik hevur fiskað fyri 21 milliónir síðan 25. januar

...

2014-02-26 21:45 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Grønlendski rækjutrolarin Akamalik landaði í Sisimiut fyrr í hesi vikuni, teir høvdu 435 tons av rækjum, sum teir fiskaðu í 13 dagar.

Manningin á Akamalik telur 25 mans, harav eru 4 føroyingar, skipari er Jógvan Tróndarson úr Tórshavn, føroyingarnir fóru heimanífrá 22. januar, teir hava gjørt tveir túrar síðan 25. januar, fyrra túrin høvdu teir 480 tons.

Rækjuprísurin er góður - teir hava hesar báðar túrarnar fiskað fyri 21 milliónir.

Tað er kalt í Grønlandi, kuldin liggur millum -12 til -20 stig.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder