Vinna

Aftur turt gólv á Fiskamarknaðinum í dag

...

2014-03-07 18:47 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Í gjár var eingin fiskur boðin út á Fiskamarknaðinum, støðan er tann sama í dag.

Meting um tilfeingið vika 11
Friday, 07 March 2014

Samandráttur: Línuskip: Tvey eru farin til Íslands og 4 eru norðanfyri og fiska tosk og hýsu. ??ll eru nýliga byrjaði túr, so ivasamt er, um nakar kemur inn í vikuni. Teir, sum liggja inni, fara út tá veðri batnar. Trý línuskip eru við Flemish Kap.

??tróður. Tað sær onki út fyri útróðri í vikuni. Streymurin er góður, men veðri verður vánaligt.

Djúpvatnstrolarar: Tveir fiska upsa og ein fiskar svartkalva, kongafisk og blálongu. Teir, sum fiska upsa, koma helst at landa síðst í vikuni, meðan tann triði neyvan landar hesa vikuna . Tríggir eru á Flemish Kap og fiska tosk. Teir frysta umborð.

Partrolarar: Tey flestu pørini eru eystanfyri. Tey landa, sum vikan líður. Fiskaríið er smáligt.

Trolbátar: Allir trolbátarnir liggja inni, men fara út tá veðri batnar.

Garnaskip: Eitt garnaskip kemur at landa svartkalva síðst í vikuni. Fiskaríið er brúkiligt. 



Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder